Altjóða hondbóltssambandið IHF hevur nú kunngjørt All Star-liðið á heimsmeistarakappingini í Svøríki, sum endar í dag. Danmark, Ísland, Noreg og Svøríki hava hvør sín leikara á liðnum.
Teir útvaldu eru:
Málmaður: Thierry Omeyer, Frakland
Vinstri vongur: Håvard Tvedten, Noreg
Vinstri bakkur: Mikkel Hansen, Danmark
Spælskipari: Dalibor Doder, Svøríki
Høgri bakkur: Alexander Petterson, Ísland
Høgri vongur: Vedran Zrnic, Kroatia
Strikuspælari: Bertrand Gille, Frakland.
Sum tann týdningarmesta spælaran fyri sítt lið hevur IHF valt franska stjørnuleikaran Nikola Karabatic.