Vanliga plaga bert tveir limir í landsliðsnevndini at vera við sum ferðaleiðarar, tá fótbóltslandsliðið spælir dystir uttanlands. Sum so eru ferðaleiðararnir ikki fleiri í tali hesaferð, men nevndin hjá FSF er eisini øll við á ferðini.
Endamálið við hesum er fyrst og fremst, at nevndin á hendan hátt fær eitt serstakt høvi at arbeiða nøkur mál ígjøgnum. Sonevndir tema-dagar eru settir á skránna bæði hós- og fríggjadagin, og á hesum fer nevndin at viðgera nøkur av meira prinsipiellur málunum hjá føroyskum fótbólti, soleiðis at finnast kann fram til eina felags støðu í hesum.
Ferðaleiðararnir, sum standa fyri landsliðnum á ferðini, eru annars Magnus á Stongum og Jens Erik Magnussen.