Minningarhald
Tákirkjuklokkurnar slóu tólv sløg á middegi í gjár, legðist tøgn um landið alt. Fólk steðgaðu á og mintust tey túsundtals óseku fólkini, sum svakligir yvirgangsmenn tóku lívið av týsdagin.
Tað oysregnaði fram móti middegi fríggjadagin, meðan fløggini hingu í hálvari stong, og ljós brunnu í ymsum vindeygum.
Hjá blaðhúsinum á Argjum er kirkjutornið næsti granni, og hugnaliga klokkuljóðið úr kirkjutorninum minnir okkum regluliga á, hvussu stutt løtan er, vit hava fingið tilmálda.
Á middegi minti ljóðið á, at nú varð hildin tøgn, teirra til minnis, sum fórust í álopunum týsdagin.
Friðurin kendist so ítøkiligur, tí sjálvt regnið uttan fyri tagdi. Náttúran helt eisini tøgn ta løtuna, Føroya Landsstýrið hevði biðið føroyingar halda tøgn í tveir minuttir hendan dagin.
Og beint eftir, at farið varð aftur til arbeiðis, fór aftur at regna, eins groft og tað gjørdi fyri middag.
Í Havnar Kirkju vóru eini 60 fólk komin saman at minnast offrini úr USA. Tá klokkan sló á middegi, reistist kirkjuliðið og stóð í tøgn í tveir minuttir. Bjarni Bæk, dómpróstur, lýsti frið yvir minni teirra, sum fórust í atsóknunum, áðrenn minningarløtan endaði við, at prósturin las Faðirvár.