Øll lesa Potter

Heimasíðan hjá Føroya Lærarafelag skrivar, at bæði gentur og dreingir á øllum floksstigum hava lisið eina ella fleiri bøkur um unga gandakallin.

Tað framgongur í eini stórari lesikanning, sum Solveig Debess, master í barnabókmentum, hevur gjørt um lesivanarnar hjá føroyskum børnum og ungum. Sambært kanningini hava tey flestu lisið bókina á føroyskum. Til ber eisini at staðfesta, at norsk, svensk og donsk børn lesa bøkurnar um Harry Potter fyrr enn tey føroysku lesa tær. Og sambært Solveig Debess kemst hetta uttan iva av, at føroysk børn læra seinni at lesa enn norðurlendsku javnaldrarnir.