Øll línuskip hava góðan fiskiskap.

Mánadagin koma fleiri ísfiskalínuskip inn at landa. - Streymurin verður sera harður, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.

Í løtuni eru flestu ísfiskalínuskip og frystilínuskip til fiskiskap. Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr í íslendskum sjógvi, og øll hini ísfiskaskipini eru í føroyskum sjógvi.

- Fleiri ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og okkurt skip kemur helst seinni í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Skipini fáa mest av longu, toski, hýsu og brosmu.

Lagt verður aftrat, at fimm frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og tvey eru í føroyskum sjógvi. Øll línuskipini hava góðan fiskiskap.

- Streymurin verður sera harður, og veðrið verður ivasamt. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.