Øll hugsa um vitjanina

Eitt av búfólkunum á Tjarnargarði er Esmar Jacobsen úr Gøtu. Hann heldur, at hóast tey ikki tosa so nógv um tað sínamillum, so er drotningavitjanin nakað, sum øll búfólkini hugsa um

? Jú, eitt sindur spentur at hitta drotningina, tað eri eg, svarar Esmar Jacobsen, tá hann verður spurdur um hann gleðir seg til kongaligu vitjanina.
? Eg havi sæð hana einaferð fyrr. Tað var tá Ingrid og Frederik vóru her á vitjan og prinsessurnar vóru smágentur, greiðir Esmar frá.
Esmar heldur, at tað er gott, at tey kongaligu royna at koma út at vitja fólk.
? Tað er so sjáldan, at tey hava tíð at koma á vitjan, so tað er gott, sigur hann.
Og Esmar ætlar at pynta seg til vitjanina.
Tá drotningin kemur at heilsa uppá, má man royna at vera so toliligur, heldur hann.