Einki flogfar hevur lent í Vágum í dag, og tá ið veðurvánirnar eru so vánaligar er avgjørt at útseta alla flúgving, inntil veðrið verður betri Orsaka av vánaligum veðri og orsaka av vánaligum veðurvánum er øll flogferðsla til Føroya í dag avlýst. Tað sigur Atlantsflog á heimasíðu síni.
Trý flogfør hava verið yvir vøllinum í morgun, og øll eru farin víðari, tí tað orsaka av vánaligum veðri ikki bar til at lenda.
Forsøgnirnar siga frá uppaftur verri veðri, og tí er avgjørt, at útseta alla ferðslu til veðrið verður betri.
Atlantsflog heitir á fólk um at fylgja við á heimasíðuni hjá felagnum og ikki at fara vestur á flogvøllin fyrrenn nærri boð eru komin á heimasíðuni.
Einasta ferðslan, sum higartil í dag hevur verið um vøllin í Vágum, var, tá ið flogfarið til Keypmannahavnar, sum skuldi fara á flog klokkan 8.15 í morgun, lætti klokkan 13.










