Stjórin í MBM vísir á, at Búnaðargrunnurin í fleiri ár hevur verið sera trekur at veitt lán og á annan hátt at hjálpt bóndum kring landið.
– Vit hava í fleiri ár upplivað, at Búnaðargrunnurin hevur verið sera trekur at veita lán. Fleiri bøndur hava tí vent sær til okkara í MBM at fáa lán. Av tí sama fíggja vit til dømis nógvar av traktorunum í Føroyum. Um vit høvdu teir pengarnar, sum Búnaðargrunnurin hevur at ráða yvir, so kundu vit eisini fíggja øll tey nýmótans fjósini í Føroyum, sigur Hákun Steingrímsson.
Politikarar eiga at hyggja eftir skipanini
Hann vísir á, at Búnaðargrunnurin næstan flýtur yvir í pengum. Teir hava eitt fæ, sum er á umleið 300 milliónir krónur. Tá ið grunnurin varð stovnaður í 2004, vórðu 30 milliónir settar í grunninum. Síðani er peningurin bara vaksin.
Hann heldur, at tað ber ikki til, at tað skal taka so drúgva tíð at endurnýggja øll fjósini í landinum, tá ið grunnurin, ið hevur sum endamál at stuðla undir føroyskari mjólkaframleiðslu, bólgnar í pengum.
– Tað riggar tíverri illa í dag. Eg haldi, at politiska skipanini má hyggja eftir, um grunnurin livir upp til endamálið, ella um tað má gerast á annan hátt, sigur Hákun Steingrímsson.
Lesið alla greinina í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.