Øll fiskiloyvi úr gildi í 2018

Útlendingar skulu í mesta lagi eiga ein triðing av partapeninginum í føroyskum fiskiskipum. Tað eru tvær av høvuðsbroytingunum í einum lógaruppskoti, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fer at lata samgonguflokkunum til umhugsunar í næstum, og sum Útvarpið hevur fingið hendur á.

Í uppskotinum stendur, at føroyingar skulu eiga í minsta lagi tveir triðingar av partapeninginum í fiskiskipum, sum eru skrásett í Føroyum, og at landsstýrismaðurin skal góðkenna, at útlendingar eiga í skipum.

Samstundis verður loyvistíðarskeiðið broytt. Higartil hevur 10 ára fiskiloyvið verið tulkað sum rullandi í 10 ár, men í nýggja uppskotinum stendur, at einki fiskiloyvi er galdandi longri enn til 2018, tá, tá loyvini verða endurnýggjað fyri eitt fimm ára skeið.