Bygdaráðið í Sumbiar kommunu hevur avgjørt at øll húski skuldu fáa jólapakka í ár. Fyrr í vikuni koyrdu tí allir bygdaráðslimir út til hvørt húski í kommununi við jólapakkunum.
Í pakkanum var ein dunna, ein eskja við karamellum og álmanakkin hjá Lions Suðuroy fyri komandi ár, tann sonevndi Suðuroyarkalendarin.
Sumbiar kommuna fevnir um bygdirnar Sumba, Víkarbyrgi, Lopra, Leiti og Akrar.
Hetta er ikki einasta kommuna í landinum sum veitir borgarum sínum hesa tænastu. Eisini borgararnir í Skálavíkar kommunu hava fingið eina líknandi heilsan frá bygdaráðnum uppundir hesi jólini.