Øll fakfeløg í Føroyum eiga at leggja saman

Nú er stundin komin til at øll føroysk fakfeløg leggja saman í eitt føroyskt LO.

Tað heldur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Hon sigur hetta í kjalarvørrinum á støðuni, sum hevur tikið seg upp á almenna arbeiðsmarknaðinum, har fýra fakfeløg fóru til samráðingar í felag, men tá ið avtornaði frógu tey ikki eina línu kortini.

Selma Ellingsgaard heldur ikki, at nakað løgið er í hesum, hóast tað uttan iva kann tykjast so.

- Feløgini hava nevniliga ikki lagt saman í ein felagsskap, men vit eru í einum samstarvi og tað ger allan munin, staðfestir Selma Ellingsgaard.

Hon leggur afturat, at av tí sama er tað avmarkað, hvussu langt hvørt felag kann fara fyri at verja rættindini hjá einum øðrum felag.

Hinvegin møttu fleiri føroysk fakfeløg um vikuskiftið á ein felags fundi og har varð borið upp á mál um ikki stundin var komin til at føroyska fakfelagsrørslan av álvara leggur saman í eitt føroyskt LO.

Tað tekur Selma Ellingsgaard fult undir við.

- Eg haldi, at nú, táið friður valdar aftur, eigur fakfelagsrørslan at seta seg saman við tí fyri eyga at vita um tað ikki ber til at stovna eitt føroyskt LO.

- Vit trúgva upp á, at samstarv er einastu vegurin fram fyri fakfelagsrørsluna, tí so leingi, vit eru fleiri feløg, eru vit ikki so sterk, sum vit kundi verið.

Forkvinnan í Starvsmannafelagnum heldur, at hetta er eitt mál, sum tað hevur ómetaliga stóran týdning, at føroysku fakfeløgini taka upp til viðgerðar.