Øll føroyingaliðini leiktu javnt

Talan gjørdist um javnleikir í dag til bæði Fremad Amager, Vejle og Vendsyssel FF

Tey trý føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Fremad Amager, Vejle og Vendsyssel FF spældu øll javnleik í dag.

 

Fremad Amager hevði Heina Vatnsdal og Bárð J. Hansen við frá byrjan, tá Fremad Amager fyrr í dag spældi javnleik 0-0 ímóti HB Køge á útivølli. Í 64. minutti fekk Bárður J. Hansen gult kort sambært dystarfrásøgnini hjá Fremad Amager. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat hevði Fremad Amager eina roynd á málið hjá HB Køge, sum var bjargað á málstrikuni.

 

René Shaki Joensen sat uttanfyri við skaða, tá lið hansara Vendsyssel FF spældi javnleik 2-2 ímóti Roskilde FC á heimavølli. Viljormur Davidsen var heldur við liðnum hjá Vejle, sum spældi javnleik 0-0 ímóti Helsingør á útivølli.

 

Talan var um seinasta landskappingardystin hjá Vendsyssel FF og Fremad Amager í hesum kalendaraárinum. Í komandi umfarinum 5. mars í 2017 møtast tey bæði liðini í Hjørring. Vejle spælir ein útsettan dyst hóskvøldið 1. desember áðrenn vejlensarnir fara í vetrarfrí. Útsetti dysturin er ímóti Nykøbing á útivølli.

 

Spennandi støðan, har bert átta stig skilja nummar eitt og nummar 10 :

 

#
1 Hobro19 94631 - 2331
2 Vendsyssel FF19 94631 - 2731
3 FC Roskilde19 86524 - 2530
4 Fremad Amager19 77529 - 2128
5 HB Køge19  610321 - 1528
6 FC Helsingør19 69426 - 2127
7 Skive18 82820 - 2926
8 Vejle 18 67524 - 1525
9 Nykøbing FC18 73823 - 2424
10 Fredericia19 65818 - 2623
11 Næstved18 63928 - 3121
12 AB Gladsaxe19 321421 - 3911