Øll fáa ta hjálp, tey hava brúk fyri
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, á tíðindafundi um korona í morgun.
Hann vísir á, at tað eru eini 1.000 fólk, sum hava starv í almannaverkinum og 16.000 fólk hava samband við Almannaverkið. Sostatt er Almannaverkið eitt av stóru hjólunum, sum fær føroyska samfelagið at mala.
Hann sigur, at 248 fólk búgva á stovnum hjá Almannaverkinum og 84 fólk fáa stuðul heima – og tey fáa øll ta hjálp, tey hava fyri neyðini. Og ongin av teimum hevur fingið smittuna enn.
Eitt starvsfólk á Almannaverkinum hevur fingið korona, og 31 starvfólk eru í sóttarhaldi, men tað ávirkar ikki tilbúgvingina og ta hjálp, sum tey, ið hava tørv á hjálp, skulu fáa.
Tey gera alt, tey kunnu at forða fyri, at korona verður staðfest á nøkrum stovni undir Almannaverkinum. Ein máti er at fáa fólk, sum kunnu, arbeiða heima, umframt at fleiri tilboð eru avmarkað um venjingar, dagtilhald, og annað.