Øll fáa pláss um trý ár

Sosiala nevnd hjá Tórshavnar Býráð samtykti týskvøldið eitt uppskot frá Elin Lindenskov um, at øll skulu hava møguleika at fáa barnagarðspláss innan 2003

Innan trý ár skulu øll børn í aldrinum millum hálvt og átta ár í Tórshavnar Kommunu hava tilboð um mennandi barnagarðs- og frítíðarvirksemi.

Soleiðis ljóðar partur av einum uppskoti frá Elin Lindenskov, býráðslimi, sum varð samtykt á fundi í Sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð týskvøldið.

Í løtuni standa 365 børn á bíðilistanum til at fáa ansingarpláss í Tórshavnar Kommunu, og væntandi er, at tørvurin orsakað av tilflyting fer at gerast alsamt størri.

Men Sosiala nevnd hevur sett sær fyri, at longu bíðilistarnir skulu gerast søga. Ein samd nevnd fer at leggja uppskotið fyri býráðsfundin, sum verður 5. oktober. Og formaðurin í Sosialu nevnd væntar, at uppskotið fer at verða samtykt.

Til uppskotið hevur Elin Lindenskov gjørt eina nágreiniliga ætlan fyri, hvussu tørvurin kann nøktast á forsvarligan hátt.