Í framtíðini fer tað ikki at vera ein rættur hjá øllum sum verða sjúk, at fáa fylgja við sær, tá ið tey verða send á sjúkrahús uttanlands til serviðger.
Tað er greitt, nú Løgtingið fer at taka støðu til eitt uppskot frá Miðflokkinum um at allir sjúklingar, sum verða sendir uttanlands til serviðger, skulu fáa rætt til at fáa ein fylgjara við sær.
Nú uppskotið hevur verið til viðgerar, er tað upplýst, at einir 2200 føroyingar verða sendir uttanlands til serviðger um árið. Ein triðingur av teimum hava krabbamein og nógv teir flestu sjúklingarnir verða sendir á Ríkissjúkrahúsið.
Og sum er, fáa eini 60 prosent av øllum teimum, ið verða send av landinum, fylgjara við. Sostatt fara einir 1550 fylgjarar við sjúklingum og av teimum eru einir 400 fylgjarar hjá børnum undir 18 ár.
Heilsuverkið hevur eisini roknað út, at skulu øll, ið verða send av landinum, fáa fylgjara við, hevði tað kosta landskassanum 12 milliónir krónur afturat.
Men í samgonguni halda tey, at skipanin, sum er nú, er nøktandi
– Eisini meta vit, at tær 12 milliónir krónurnar, tað kostar at lata øll fáa fylgjara við, høvdu gjørt størri gagn fyri føroysku sjúklingarnar, verða tær brúktar aðrastaðni í heilsuverkinum
Tey í andstøðuni halda, at ber tað ikki til hjá samgonguni at finna 12 milliónir til endamálið, mæla tey til, at samgongan sleppur ætlanini um at stovna landsbankan og váðaráðið, tí har eru tær fyrstu átta milliónirnar at finna, og so eru bara fýra milliónir eftir at finna.