Týsdagin 6. september spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í komandi HM-undankapping, tá Ungarn kemur á vitjan á Tórsvølli.
Í gjár kl 10:00 vórðu tey seinastu atgongumerkini sett til sølu, og tey vóru umleið 1000 í tali.
Tá Føroyar seinast spældu móti Ungarn í oktobur í fjør, endaði tað við einum teprum 2-1 sigri til Ungarn. Tí kunnu vit vænta okkum ein spennandi og tættan dyst.
Aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Virgar Hvidbro veit at siga, at fá atgongumerki eru eftir til dystin.
- Tað er á leið 370 atgongumerki eftir, og tey eru øll á vestursíðuni á vøllinum. Hendan síðan hevur einki tak. Harafturímóti hevur eystursíðan tak, og tey atgongumerkini eru eisini tey best umtøktu.
Fótbóltssambandið kann eisini upplýsa, at tey seinastu atgongumerkini til dystin móti Portugal verða sett til sølu 2. Mai. Tey eru umleið 1100 í talið. Dysturin millum Føroyar og Portugal verður 10. oktober á Tórsvølli.