Jólahaldið í KFUK er afturvandandi tiltak, sum hevur verið í nógv ár. Jólahaldið er fyri øll, bæði ung og gomul og einsamøll við børnum o.s.fr..
Har kunnu fólk hittast um jólaborðið, dansa um jólatræið, fáa jólagávur og hugna sær saman við øðrum.
Sonja Klein, prestur, stendur fyri jólahaldinum í ár, og hon sigur, at jólaaftanshaldið verður so sum eini vanlig føroysk jól verða hildin heima.
Byrjað verður kl. 18.30. Borðreitt verður við dunnu og rísalamande, eins og mandulgáva eisini er á skránni. Síðani verður dansað og sungið um jólatræið, og aftaná verður jólaevangelie lisið.
Tá tað er av,verður farið at fáa sær kaffi og køkur, og jólagávurnar verða handaðar.
Hugnaløtan endar um kl. 22.30. Møguleiki er hjá teimum, sum ikki er so væl gongd, at verða koyrd til hús.
Áhugaði, sum hava hug at halda jólaaftan í KFUK, kunnu ringja og boða frá hjá Sonju Klein, telf. 310177 ella hjá Gimma í KFUK, telf. 311928.