Erling Bech, ið hevur staðið fyri hesari bygging av einari nýggjari Ternubúð, var sera frustreraður. – Eg havi brúkt fimtan ár uppá at fáa grundstykkið, sjey um at fáa skeytið og 1½ um at fáa byggiloyvi, greiddi hann frá.
Handilin kemur at liggja á horninum, niðan á Løgmannabreyt í Hoyvík, við síðuna av samkomuhúsinum Oasuni. Kravið til handilin er, at tvey parkeringspláss eru fyri hvørjar 50 fermetrar, hetta kravið er serstakt fyri hetta økið og rímiliga nýtt, fyrr var tað eitt fyri hvørjar 40 fermetrar.
Øll ónøgd
Hans Suni Eiriksfoss, ið hevur málið undir hond hjá Byggi- og Býskipanardeildini hjá Tórshavnar Kommunu, greiddi frá, at neyðugt var at spyrja tey, ið tað ávirkar, tá søkt verður um frávik. - Vit hava sett okkum í samband við tey, ið búgva á Kirkjustræti 1-13, sum vit skulu. Hesi eru síðan farin um alt Kirkjustræti við einum blaði, og tað vísir seg at vera ein stór ónøgd har. Øll, frá húsið 1 til 59 hava skrivað undir.
Støðan har er, at tá tiltøk eru í Oasuni og kirkjuni, standa bilar í heilum úti á vegnum. Hetta er til vanda fyri tey, ið ferðast til gongu, og til óneyðugt stríð hjá teimum, ið búgva har og skulu seta sínar bilar, meta íbúgvarnir. Júst hesi viðurskifti gera tað enn torførari hjá teimum at góðtaka, at handilin hevur enn verri parkeringsviðurskifti enn upprunaliga ætlað.
Ætlanin hjá kommununi er eisini at planta trø í økinum. – Vit eru fegin um, at Tórshavnar Kommuna hevur sett sum krav, at runnar/trø skulu plantast í einum 5 metra greira, stóð millum annað í svarinum frá íbúgunum, uppá skrivið frá býráðnum. Men í byggiuppskotinum hjá Ternubúðini, má eitt sindur av økinum, avsett til trøini nýtast til parkering.
Í trongum skóm
At íbúgvarnir eru ónøgdir, kom óvart á Erling Bech, ið einki hevði hoyrt um hetta frá kommununi. Nógv stríð og arbeiði hevur ligið aftanfyri arbeiðið við hesum grundstykki, og frávikini eru sera lítil. Einans trý parkeringspláss vanta í kravinum til økið. Geirin, ið er ætlaður til trø, var upprunaliga partur av hansara øki. Orsøkin til at, hann má líða, er einans fyri at fáa fleiri parkeringspláss. Talan er eisini bara um nakrar skurðir, so bilarnir passa inn.
Gjøgnum longu tíðina, ið hann hevur stríðst við hesum øki, hevur býráðið verið ósamstarvsvillugt. Millum annað segði hann, at 450 fermetrar eru farnir av økinum, júst til hendan geiran, ið hann nú verður lagdur undir at oyðileggja. Tað er ikki meira enn rímiligt, at hann fær loyvi at taka eitt sindur aftur til parkering, metti hann. Serliga, tá krøvini í júst hasum økinum eru so sera hørð.
Næsti leikur
At umstøðurnar í økinum eru sum tær eru, metir hann ikki hava nakað við sín handil at gera. Bæði Oasan og kirkjan og møguligi Ternuhandilin fáa gagnnýtt parkeringsøkið hjá hvørjum, hetta skuldi bøtt um umstøðurnar, ístaðin fyri tí øvugta.
Afturat legði hann eisini, at byggiuppskotið einans er vegleiðandi. Einki er endaligt í verandi løtu, men ynskiligt hevði verið at fingið alt uppá pláss, sum skjótast.
Avgerðin í málinum liggur hjá Tórshavnar Kommunu, ið tekur málið upp á fundi, mánadagin 27. oktobur. Hóast øll, ið búgva á Kirkjustræti, hava skrivað undir, vera ikki allar undirskriftirnar tiknir fyri fult. Einans tey, ið eru beinleiðis ávirkað av hesum.