Øll eru líka, men Tjóveldi er meira líka enn onnur?

Bókin Animal Farm hjá Georg Orwell, haðani lætt umskrivaða yvirskriftin er lænt, man vera flestu føringum kunnug. Bókin, høvundin og citatið runnu mær í hug, sum eg í vikuni møtti øði tjóveldisins í sambandi við, at Miðflokkinum ognaðist annað umboð Føroya í Noðurlandaráðnum

At flokkar fara í valbólkar til skipan av politiska arbeiðinum, herundir skipan av landsstýri og nevndum, er grundlegjandi og einki nýtt. At flokkar, ið ikki eru við í landstýrissamgongu eru í valbólki við samgonguna til val av nevndum, er heldur ikki ókent. Og at smærru flokkanir telva seg fram til størri ávirkan enn beinleiðis atkvøðutalið gevur teimum, er meira enn so hent áður. Hetta seinasta sóðu vit m.a. í 1998, tá Tjóveldi og Fólkaflokkurin í skipanini av sokallaðu fullveldissamgonguni keyptu ein flokk, ið hevði tvey løgtingsfólk, við tveimum landsstýrisfólkum.

Í Miðflokinum eru vit als ikki samd um, at fólkaræðið setur Tjóveldi í serstøðu millum flokkar! Vit vita einki um, at okkum øðrum áliggur skylda fyrst og fremst at hugsa um flokkin Tjóveldi, og at hesin hevur rætt fram um aðrar til ávísar sessir. Annars undrar tað okkum almikið, at flokkurin ikki hevur funnið útav, at arbeiðið fyri fullveldið, sum jú er einasta veruliga hugsón hesin flokkurin tykist hava, má førast her á landi, um nøkur vón skal vera fyri at røkka tí. At senda flokkin, hvørs stevna annars í løtuni tykist vera at lefra fyri tí fremmada og helst liggja skerfløt í ærufrykt fyri øllum, ið útlendskt er, út í heim at umboða okkum, má vera ein farin tíð!

Miðflokkurin fer út í heim at umboða einar Føroyar, ið vit eru takksamir fyri at vera partur av. Vit fara at kunna onnur um tær dygdir, ið eyðkenna føðilandið, samstundis sum vit her heima fara at virka fyri einum betri og tryggari samfelagi fyri øll at búleikast í.

Millum uppgávurnar her heima er at meta um tey árin, ið koma á okkum uttanífrá. Sjálvandi skulu vit taka ímóti, læra av og taka til okkum tað góða, men eins umráðandi er at finna og steðga tí, ið ikki er av tí góða. At júst hendan uppgávan er størri enn flestu gruna, fæst varhugi av í tí viðmerking, ið Dimma mikukvøldið ber víðari frá løgtingsformanninum. Har ger hesin annars skilagóði hampamaðurin seg til talsmann fyri einum kvinnukúgandi mentunnarpolitikki, sum Miðflokkurin í hvussu so er altíð fer at stríðast ímóti.