Bjørn Patursson
formaður Bóndafelag Føroya
bjorn@koltur.com
?????
Hesaferð kundi eg ikki lata pennin liggja, tí dulnevnda lesarabrævið í Dimmu týskvøldið 22. mars sáar beinleiðis ósannindi um bóndur fyri fólk sum ikki hava innlit í partafelagslógina, eins og greinskrivarin tykist at mangla í alstóran mun.
Fyrst av øllum skal eg undirstrika, at tað er munur á at vera bóndi á einum festigarði í mun til at vera bóndi á einum garði sum er ogn, sjálvt um teir annars eru eins í øllum øðrum lutum. Ein av hesum mununum (missmunum) hevur higartil verið, at bóndin sum situr við festigarðinum hevur verið avskorðin frá, at reka virksemi sítt í partafelagi í mun til tann sum situr við sama garði sum ogn. Ymist er, um tað er fyrimunur ella vansi við partafelagið, men síðan skipanin um íløgugrunn var avtikin og partafelagsskatturin settur niður til 20% hevur rakstur í partafelagsformi verið einast møguleiki hjá vinnurekandi við fyrimuni, at leggja pening til viks til íløgur í vinnutól.
Bóndafelag Føroya vísti á hendan mannamun tá skipanin um íløgugrunn bleiv niðurløgd og hevur javnan síðan, í skrivt og talu, víst á hendan skeivleika í festiskipanini. Og nú lógarbroytingar blivu gjørdar í lóg um landsjørð tóku vit millum annað hendan spurningin uppaftur og sjálvt um tað aftur hesaferð møtti masivari mótstøðu m.a. frá politikarum í vinnunevnd løgtingsins sum vildu leggja høvdi á blokkin fyri, at tað ikki kundi lata seg gera, at skipa lóg um landsjørð soleiðis at festibóndur kunnu leggja garðsraksturin i partafelagsform fekk Bóndafelagið, við góðum stuðuli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, harra Bjarna Djurholm, eina grein inn í omanfyri standandi lóg, at festibóndur skulu kunnu leggja raksturin av einum festigarði í partafelagsform eins og onnur vinnurekandi, tað er alt sum málið snýr seg um, harra undrandi, at festibóndur komu eitt stig rætta vegin!
Eg eri væl vitandi um at enn eru mong stig eftir til tess at festiskipanin kemur at virka frítt, ájavnt við onnur í líknandi vinnu, men sum sami landsstýrismaður harra Bjarni Djurholm segði tá níggja skipanin kom í gildi, tað er hóast alt betri at koma eitt stig framá enn at standa i stað, tí at standa í stað er í sær sjálvu afturgongd.
Í greinini kemur hesin sami undrandi persónurin við ymiskum púra óskiljandi uppáhaldum um, at bóndur kunnu heva pening burtur úr partafelag uttan at rinda skatt, avskriva skuld í gjøgnum eitt partafelag? Hetta er so langt av leið at eg ikki vil brúka tíð uppá at viðgera tað.
Skal tó geva honum rætt í, at eitt partafelag sjálvandi, um eigarin ynskir tað, kann rinda rentu og avdrátt av lánum eisini sjálvt um tað skuldi verið fyri eitt festilán. Sum um nakað skuldi verið galið í tí? Tá talan er um festilán sigur skattalógin, at renta og avdráttur er at rokna sum leiguútreiðsla so fingu vit eisini tað uppá pláss.