Longu eina viku undan fyrstu sýningini er væl ávegis til at verða útselt til E elski Førjar Hóast meira enn ein vika er eftir til tær tríggjar E elski Førjar sýningarnar verða í Norðurlandahúsinum, er longu útselt til fyrstu sýningina, sum verður 13. juli. Til sýningarnar 14. og 15. juli er bert ein triðingur av atgongumerkjunum eftir. Við øðrum orðum eru nú bert 300 av teimum 1.200 atgongumerkjunum framvegis tøk.
Tað er sjáldan, at atgongumerki til framførslur verða so skjótt seld í Føroyum, men sambært Sjúrði Skaale, fyriskipara, er framvegis eingin eykasýning á skránni.
- Vit eru sjálvandi ovurfegin um góðu undirtøkuna, og mín fyrsta hugsan er, at hetta krevur av okkum, at vit gera eitt kanóngott show.
- Viðvíkjandi sýningum kann eg bara siga, at vit fyribils bara hava avtalu við Norðurlandahúsið um tríggjar sýningar. Men verður alt útselt longu áðrenn vit byrja, so fara vit nokk at kanna møguleikan fyri kanska at fáa onkra eykasýning. Um tað ber til veit eg kortini ikki enn.










