Bjargingarlið hava funnið líkini av fleiri av teimum, sum vóru við russiska flogfarinum, sum rendi inn í eina fjallalíð sunnan fyri indonesiska høvuðsstaðin Jakarta fyrradagin. Lendið er sera bratt, og tað darvar bjargingararbeiðinum, men higartil eru 10 lík fingin oman á slætt, skrivar tíðindastovan AP.
Flogfarið, sum var av russiska slagnum Sukhoj Superjet 100, var á einari framsýningarferð við embætisfólki hjá indonesisku loftferðslumyndugleikunum, tá vanlukkan hendi. Umframt tey indoonesisku embætisfólkini vóru átta russar, ein amerikanarari og ein fransmaður í flogfarinum. Teir átta russararnir vóru fýra starvsfólk hjá flogverksmiðjuni Sukhoj og manningin.
Ein ávís óvissa hevur verið um, hvussu mong fólk vóru í flogfarinum. Tíðindastovurnar hava nevnt tøl millum 32 og 50, og indonesisku myndugleikarnir hava sagt, at øll doyð