Øll børn og ung í Runavík sleppa nú ókeypis til øll ítriv

Kommunan rindar nú øll limagjøld fyri tey, so øll fáa líka góðar møguleikar at vera við

Øll børn og ung í Runavíkar Kommunu, skulu hava javnbjóðis møguleikar at vera við í frítíðarvirksemi av ymsum slagi.

Tað kann annars vera so dýrt at vera limur í ymsum felagsskapum, at tað eru ikki øll, sum hava ráð.

Men tað skal ikki vera forðingin longur og næsta ár fara øll børn og ung í Runavíkar kommunu, ímillum seks og 18 ár, at fáa eitt kort frá kommununi við 2.000 krónum á. Og á hvørjum ári verða 2.000 krónur fyltar á kortið, til tann ungi er fyltur 18 ár.

Kortið kann so brúkast til alt virksemi á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum í Runavíkar kommunu. Tað kann vera til fimleik, fótbólt, kapprógving, klaverspæl, telving, frálæru í russiskum, ella hvat tað skal vera, sigur borgarstjórin.

Pengarnir verða kortini standandi hjá kommununi, men felagið, sum barnið, ella tann ungi, meldar seg inn í, sendur so rokningina fyri limagjaldið til kommuna, sum síðani rindar- upp til 2.000 krónur. Men loypir nakað av, fellur avlopið aftur til kommununa.

– Møguleikin hjá børnum og ungum at vera við í frítíðarvirksemi, skal ikki vera treytað av hvussu tey eru fyri fíggjarliga, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í kvøld.

Hendan royndin í Runavík er eftir íslendskari fyrimynd, har royndirnar eru, at børn eru virknari í felagslívum eftir at skipanin við kortinum varð sett í gildi.

– Tað eru ymiskir hættir at lætta um hjá fólki. Skattalætti er ein háttur og ein annar er at stuðla undir gerandisdagin hjá barnafamiljum og teimum, sum hava trengri kor enn onkur annar.

– Tað er ein politisk uppgáva at tryggja, at børn og ungdómar, sleppa framat tilboðunum á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum í kommununi, sama hvørjar tær fíggjarligu umstøðurnar annars eru, sigur borgarstjórin.

– Sosiala og fíggjarliga støðan hjá foreldrum eigur ikki at vera avgerandi fyri møguleikanum hjá børnum og ungum at fáa gagn av tí virksemi, ið er í Runavíkar kommunu á hesum øki, leggur hann afturat.

Í løtuni eru 696 børn og ung í aldrinum 6-18 ár í Runavíkar kommunu og á fíggjarætlanini fyri næsta ár, er hálv onnur millión til endamálið.