Øll 18 á vali

Tað man hoyra til undantøkini, at allir veljararnir á einum valstaði eru á vali. Tað hendi í øllum førum í Gásadali leygardagin.

Gásadalur: Í bygdini høvdu 18 fólk valrætt, og tá úrslitið av valinum í Gásadali varð almannakunngjørt kl. 20:42 vísti tað seg, at øll 18 høvdu verið á vali.

- Vit vita ikki altíð, hvussu nógv fólk koma á val. Onkutíð sita vit bert og bíða eftir teimum seinastu veljarunum líka til kl. 8.

- Og onkutíð greiða tey heldur ikki atkvøðu, sigur formaðurin í valstýrinum, Dávur Joensen.

Leygardagin var kortini øðrvísi, har øll 18 vóru á vali.

Tá Sosialurin vitjaði valstaðið í Gamla Skúla seinnapartin høvdu 9 fólk verið á vali. Og júst meðan vit vóru har, kom tann tíggjundi at velja.

- Eg havi valt Fólkaflokkin - Jørgin, segði Karl Mikkelsen.

Tað sama høvdu tey flestu av bygdarfólkum hansara eisini gjørt. Av teimum 13 atkvøðunum til flokkin átti formaðurin í flokkinum tær 12.

Hinar atkvøðurnar býttu seg soleiðis: Tjóðveldi fekk tríggjar, meðan Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fingu hvør sína. Tað var ein meiri enn við valið í 2004.

Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Miðnámsflokkurin eiga framvegis ongan góðan í Gásadali.