NET dótturfelag hjá Føroya Tele hevur fingið loyvið frá Tvøroyrar kommunu at byrja uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, júst 50 ár eftir at Tvøroyri fekk automattelefon.
Fríggjadagin 10. juni var tað 50 ár síðani, at Tvøroyri, og harvið Suðuroy, fekk automattelefon, og nú 50 ár seinni verður byrja uppá nýggja verkætlan á Tvøroyri, ið nevnist FTH Fibur til heimi.
Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á síni heimasíðu.
Tvøroyrar kommuna hevur tí tikið avgerð um at loyva NET at byrja uppá verkætlanina, ið verður mett týdningarmikil og neyðug, fyri at ein býur sum Tvøroyri kann mennast innan samskiftistøkni javnt við tíðarinnar krøv og framtíðarinnar tørv.
Verkætlanin gongur út uppá, at fiburkaðalar, -eisini nevndir ljósleiðarar- verða lagdir inn i hvørt hús í sóknini, ístaðin fyri gomlu koparkaðlarnar, ið vóru eitt tíðandi aktiv í automattelefonini fyri 50 árum síðani, sum enn í dag vera nýttir til telefoni og breiðband.
NET upplýsir, at gomlu koparkaðlarnir hava avmarkingar. Hesir eru blivnir ótíðarhóskandi og eru ikki sørt fløskuhálsar, nú krøvini til ferðina á breiðbandinum økist ár um ár.
Nýggju ljósleiðararnir kunna veita nærum óavmarkaða breiðbandsferð og dátunøgdir, har fjarskiftisveitarar kunna bjóða øllum borgarum á Tvøroyri eitt framtíðartrygga breiðbandsnet við ferð á meira enn 1000Mbit, tá verkætlanin er liðug.
Verkætlanin hevur tó ein stóra ampan við sær fyri kommununa, tí nógvastaðni verður neyðugt, at fresa spor í koyribreytina fyri at røkka hvørt hús í sóknini, har rør enn ikki eru løgd til ljósleiðara.
NET hevur gjørt sáttmála við fyritøkuna MTV byggivirki hjá Mortan Vang í Froðba um at fremja verkætlanina. Og sum nakað nýtt verður roynt at fresa í vegin við serútgerð og forsegla henda við serligum tilfari, sum skal skána koyribreytina mest møguligt.
Allir partar eru greiðir um avbjóðingina, at umganga skaðar á koyribreytina, um enn tað neyvan kann umgangast, at skaði kann henda á verandi leiðingar, sum liggja í vegnum. Roynt verður tó at taka mest møguligt atlit og fremja verkætlanina við minst møguligum árinum.
Tekniska deild fylgir neyvt við arbeiðinum, og verða tillagingar gjørdar eftir tørvi fyri at verja koyribreytina mest møguligt. Verkætlanin verða at byrja frá Torvheyggi og út á Hamar. Eftir tað verður fresa í Øravíkarlíð, og hildið áfram til alt Tvøroyri er liðugt.
Verkætlanin FTH byrjaði í dag 12. Juli 2022, har borgarstjórin Kristin Michelsen setti í gongd maskinuna hjá MTV byggivirki, ið skal skal fresa eitt 5 cm breitt spor í koyribreytina, har í tann nýggi ljósleiðarin verður lagdur.
##med2##
Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna millum anna á www.tvk.fo og har kann eisini í framhaldi av greinini lesast um telefonsøguna á Tvøroyri.