Ljósfest 2024 í Vági er byrjað.
Myndin omanfyri er tikin fyrr í kvøld, og har eru tey í gongd við at fáa stóra pall upp.
Í løtuni er syngið við kvøld í tjaldinum, har Vestmenn spæla, og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur eisini fer á pall.
Í morgin eru m.a. framsýningar, barnatiltak og stóra útikonsertin, har fleiri kend nøvn fara á pall.
Til barnatiltakið í morgin fara Angela og Hannibal at undirhalda og Eyðun Nolsøe syngur.











