Kinna Poulsen, ummælari, hevur á listaportal.com umrøðu av lstverki, sum er at síggja á framsýning í hesum døgum.
Ein tann stytsta yrkingin hjá danska yrkjaranum, J.P.Jacobsen er bara ein einstøk regla, sum ljóðar: “Lys over landet - Det er det, vi vil! Hon er skrivað í 1884 í eini heilt aðrari tíð enn hesari, vit eru í, men eg eri komin í tankar um hana fleiri ferð síðstu tíðina. Síðstu ferð, tá eg onkrastaðni las, at sambært kanning hjá spyr.fo halda 86% av okkum tað vera í lagi við samkyndum politiskum leiðarum. At knotur enn eru í føroyskum kvinnum, monnum og yrkjarum verður váttað í Niels Finsensgøtu, har eitt brak av einari yrking hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger hongur ella har hon í hvussu er hekk í gjár. Eg varnaðist beint í áðni áskriftina við smáum bókstavum, har tað stendur, at yrkingin ikki skal ummælast ella analyserast, men eg kann so kanska loyva mær at skriva, at yrkingin fær myndlistaligt brá, tí hon onkursvegna harmonerar við vegginum, har hon hongur - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Veggurin er ómetaliga vakur, minnir meg altíð um tann gjøgnumholaða Jesupápan í grúfulla/poetiska Isenheimaltarinum hjá Matthias Grünewald. Tað fyrsta mann sær, tí tað er skrivað við stórum stavum, er LJÓS LJÓS LJÓS og jú, tað treingir mann til bæði so og so - ikki minst móti haturstalu og útihýsing av okkara medmenniskjum.
Talan er um eina aktivistiska, politiska yrking, sum er ómetaliga effektiv, tí hon er so djúpt menniskjalig, anstendig, kærleiksfull og sár, at hon heldur fær lesaran at tára enn at mann fær hug at fara uppá barrikadurnar at kríggjast. Hon vendir sær til landsstýrismannin og tó, at hann er ónevndur, ivast eingin hvønn talan er um, skrivar Kinna Poulsen millum annað, og øll greinin sæst á listaportal.com.