Ljómur og Suðurkallar á ferð

Sunnudagin fara kirkjukórið Ljómur og manskórið Suðurkallar á sangferð norðanfjørðs.

Sunnudagin 24. nov. 2013 fara kirkjukórið Ljómur og manskórið Suðurkallar á eina sangferð norðanfjørðs.

Kórini syngja fyrst til gudstænastuna í Vesturkirkjuni kl. 11.00.

Síðani verður farið norður eftir oyggj, har kórini bjóða til eina lítla sangløtu í Haldórsvíkar Kirkju kl.15.00.