Einki bendir á kaldari veður komandi dagarnar. Grasið grør um gangandi fót.
Men, sunnudagin, mortansmessuaftan, kl. 17, fara tindarnir aftur at hvítna í Vágs kirkju. Tað hava teir gjørt síðan hin 1. novembur 1942, tá ið sálmurin á fyrsta sinni varð sungin sum offursálmur á allahalgannakonsertini í Vágs kirkju.
Kirkjukórið Ljómur fer at hava árligu konsertina við fjølbroyttari skrá, føroyskum sálmum og sangum, træblásarum og solistum. Nú eins og tá er offurgongan, har kirkjufólkið fær høvi at lata nakrar krónur til vælgerandi endamál, sera hugtakandi.
Agnar Lamhauge er kórleiðari hjá Ljómi.