Ljótasta veðurkort Linjohn hevur sæð

Kári við Stein ynskir øllum eitt gott nýggjár við teimum seinastu tíðindunum úr Grønlandi

20. desember
Í dag er -4 stig og stilli. Krabbabáturin Nagtoralik kom inn í gjárkvøldið við gott 15 tonsum av livandi krabba. Teir skulla út aftaná jól nýggjan túr.
Polar Nagtoralik kom inn í morgun við einum sjúkum manni. Teir loystu aftur aftaná døgurða. Lómur liggur í Nuuk um jólini, og Polar Aassik skal eisini liggja í Nuuk .

21. desember
Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava knapt 400 tons inni. Tað sama er Qaqqatsia inni í Nuuk og landar

22. desember
Natarnaq loysti í morgun nýggjan túr.

23. desember
Steffen C er inni í Manitsoq og landar. Teir hava fulla last inni.

28. desember
Hann lovar av ringasta veðri, at siga ódn. Akamakik kom inn í kvøld. Teir hava so at siga fulla last inni. Teir skulla byrja at landa í morgin tíðliga. Skiparin Linjohn Cristiansen sigur frá, at hann ongatíð hevur sæð eitt so ljót veðurkort, sum er frammi nú.

29. desember
Vindurin varð ikki so nógvur, sum vit roknaðu við her inni, men hann var nógvur úti á.

30. desember
Alamalik loyst nýggjan túr kl. gott 6 í morgun. Vit á landi sendu teimum einar 15 ljósrakettir, og teir svaraðu aftur við rakett og so trý ýl, og tað sama var her frá landi. Vakurt at síggja og gott at hoyra.
Í dag er Polar Amaroq inni í Nuuk og landar. Natarnaq er eisini inni í Nuuk og landar.

4. januar 2010
Vit komu øll gott inn í tað nýggja árið. Vit høvdu kavarok nýggjársaftan, so man sá ikki alt fýrverkaríið, sum bleiv skotið upp. Steffen C kom inn morgun at landa og at skifta fólk. Teir hava gott hálva last og rokna við at sigla í kvøld.
Í Nuuk er Regina C og landar. Qaqqatsiaq er inni í Manitsoq og landar.

5. januar
Polar Natoralik kom í dag inn við Polar Amaroq uppá sleip. Onkur boltur var farin, og tað mátti koma fólk úr Danmark at gera tað arbeiðið.

6. januar
Polar Qaasiut er komin inn at millumlanda. Teir skullu bert leggja tær kókaðu rækjurnar upp. Sekkirnir skulla teir hava við til Nuuk í næstu viku, har teir skulla landa. Í Nuuk landa Markus og Manu.

7. januar
Polar Nattoralik kom inn at landa til kl 2100, so loysa teir aftur. Tað gongur striltið hjá Polar Amaroq at fáa arbeiðið gjørt. Roknað var við at verða klárir í dag, men tað var av ongum.

8. januar
Í dag loysti Polar Amaroq, men ódnarveður var uttanfyri, so teir hava ligið og andøvt allan dag.
Gott nýggjár allir lesarir.