Inger Smærup Sørensen, listakvinna, finst eisini at ljósmastrunum, sum er settar upp við Tórsvøll í Gundadali. Tað ger hon greitt á Listablogginum, listinblog.blogspot.com.
- Kanska eru nøkur stig lopin um, kanska hava tey gloymt at spyrja serfrøðingar. Í øllum førum líkist Gundadalur nú onkrum vánaligum science fiction filmi eftir at ein rúmdarinnrás hevur oyðilagt jørðina. Og sum tað so ofta verður tikið til í tílíkum filmi er tað nowhere to hide. Mastrarnar síggjast úr hvørjum herðashorni í øllum býnum og tað er júst aðrastaðni í býnum ella uttan fyri býin, at tað av álvara gerst greitt, hvussu stóra misskiljing, talan er um. Ljósmastrarnar eru heilt einfalt úti av proportión við restini av Havnini, eru skoðsmálini hjá Inger Smærup Sørensen.
Hon skrivar í blogginum, at skulu háhús reisast í Havn, skal tað vera góður arkitektur.
- Skulu vit prýða býin við list, skal tað vera, tí tað snýr seg um góða list. Skulu vit seta inn urbanar lutir, sum tildømis risa ljósmastrar, skal tað vera grundað á fyrilit. Bæði arkitekturur, list og urbanar verkætlanir miseydnast onkutíð, men tað ger minni, um til ber at síggja neyvleika, at onkur hevur gjørt ómak og hevur roynt at skapa nakað umráðandi. Hetta hendir tíverri alt ov sjáldan, og tað er greidliga ikki soleiðis í hesum føri, heldur Inger Smærup Sørensen, listakvinna.
Myndin vísir, hvussu Tórvøllur ætlandi skal síggja út í framtíðini.










