Klokkan 10 í morgun boðaðu tær 13 ljósmøðurnar á føðideildini leiðsluni á Landssjúkrahúsinum frá, at tær taka uppsagnirnar aftur.
- Høvuðsorsøkin er, at landsstýrismaðurin nú politiskt hevur meldað greitt út, at barnakonuøkið ikki er ein sjúka, sigur Annika Hoydal, sum var virkandi ljósmóðir á føðideildini, til hon, saman við hinum ljósmøðrunum á deildini, valdi at siga seg úr starvi.
Eyðfríð L. Jacobsen, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, leggur afturat, at harumframt hevur tað avgerandi týdning, at leiðsluviðurskiftini nú eisini koma í rættlag á føðideildini.
Fer ikki í leiðarastarv
Annika Hoydal, sigur, at starvið sum leiðandi ljósmóðir hevur hingið í leysari luft sum fyribils starv, nú í átta ár.
- Nú er avrátt, at starvið skal vera fast, sigur Annika Hoydal, sum sjálv hevur verið rakt av ótryggleikanum, sum hevur verið um starvið. Hon sigur seg ongar ætlanir hava um at søkja leiðarastarvið, men at hon ætlar sær at vera vanlig ljósmóðir á deildini.
- Eg havi ikki hug til at vera leiðari á landssjúkrahúsinum aftur, og eg vóni, at vit fáa eina væl skikkaða ljósmóður í sessin, sigur Annika Hoydal.
Spurd, hvussu tað kenst at fara í starv aftur á landssjúkrahúsinum, eftir hørðu atfinningarnar hon kom við í Sosialinum, tá ljósmøðurnar gjørdu av at siga seg úr starvi, sigur hon, at hon hevur prátað við nógv fólk, sum hava verið partar av málinum.
- Eg virði, at tey eru ósamd við mær. Tí vænti eg eisini, at tey virða míni sjónarmið, sigur Annika, sum ikki heldur tað vera nakar trupulleiki fyri samstarvið á føðideildini, at hon orðaði seg so hart.
Leiðslan fegnast
Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, sigur seg fegnast um, at ljósmøðurnar nú hava tikið uppsagnirnar aftur.
- Eg haldi at tað er gleðiligt, at tær hava gjørt av at koma aftur. Loysnin, sum nú verður send út til hoyringar bendir á, at skipanin á føðideildini verður framhyggjandi, og at deildin nú fer inn í eina positiva menning, sigur hann.
Spurdur, um tað framyvir fer at vera soleiðis, at ónøgdir starvsbólkar bara skulu siga seg úr starvi, fyri at fáa sín vilja, sigur Allan Skaalum, at støðan hjá ljósmøðrunum hevur verið væl øðrvísi, enn hjá øðrum starvsbólkum á landssjúkrahúsinum.
- Ljósmøðurnar valdu at siga seg úr starvi, av tí at óvissa hevur valdað um leiðsluviðurskiftini, og at skipanin á deildini ikki hevur verið endurskoðað í nógv ár, sigur Allan Skaalum. Hann sigur seg uppá ein máta skilja, at tær valdu at siga seg úr starvi, men samstundis heldur hann, at tað var eitt víðgongt stig at taka.
Tá Allan Skaalum verður spurdur, hvussu tað kendist, at Hans Pauli Strøm, landsstýrimaður, kom upp í málið, sigur hann, at uppskotið til nýskipan av føðideildini er gjørt í samráð millum leiðsluna á landssjúkrahúsinum og landsstýrismannin.
- Seinastu mongu árini hevur leiðandi ljósmóðurin verið fyribils sett beinleiðis undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Tí hevur landsstýrismaðurin havt ábyrgdini av at finna eina loysn á leiðsluøkinum, sigur Allan Skaalum.