Ljósmøðurnar hava kært avgerð til Sirið

- Vit góðtaka als ikki hesa avgerð, mátan avgerðin varð tikin og avleiðingarnar av henni. Støðan er í løtuni púra óhaldbar.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, skal nú taka støðu til viðurskiftini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum eftir, at leiðslan framdi bygnaðarbroytingar á føðideildini 1. apríl í ár.


Ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum hava nevniliga kært avgerðina hjá Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra, á býta deildini sundur í tvær ymiskar deildir, og tí, ið tær kalla ótolandi arbeiðsviðurskiftir.


Í stuttari viðmerking váttar Rannvá Simonsen, vegna ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum, at ein kæra er send til Heilsumálaráðið, men at ljósmøðurnar ikki ynskja at gera stórvegis viðmerkingar fyrr enn tær hava fingið svar upp á kæruna.


- Ljósmøðurnar hava tann 15. apríl sent kæru til Heilsumálaráðið viðvíkjandi ótolandi arbeiðsviðurskiftum á Landssjúkrahúsinum. Johnny í Grótinum tók tann 29. mars avgerð um, at eftir 1. apríl var føðideildin býtt sundur í tvær deildir - eina burðar/svangre-deild og eina barsils/neonatal-deild. Ljósmøðurnar mistu tá stóran part av okkara arbeiðsøki, sigur Rannvá Simonsen, ljósmóður, og leggur afturat.


- Vit góðtaka als ikki hesa avgerð, mátan avgerðin varð tikin og avleiðingarnar av henni. Støðan er í løtuni púra óhaldbar.