Hóast ljósmøðurnar sendu Heilsumálaráðnum eina kæru um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum longu í apríl mánað, so skulu tær ikki vænta sær svar fyrr enn í fyrsta lagi beint fyri summarferiuna. Tað sigur Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
- Tað einasta eg kann upplýsa um málið, er at vit viðgera í løtuni kæruna. Talan er um eina umfatandi og drúgva kæru, men vit vóna, at vit kunnu geva ljósmøðrunum eitt svar innan summarfrítíðin byrjar, sigur hon.
Les eisini Kreppa á Landssjúkrahúsinum
Ljósmøðurnar hava sent eina kæru í 18 punktum til Heilsumálaráðið. Tær umfata bæði arbeiðsumstøðurnar hjá leiðandi ljósmóðir, sundurbýtingina av føðideildini á Landssjúkrahúsinum, arbeiðsumhvørvi á Landssjúkrahúsinum og fakligu dygdina á Landssjúkrahúsinum.