Móti er nógv, men klæðir mugu sigast at vera eitt tað fyrsta einum kemur til hugs, tá hugtakið móti verður nevnt. hevur vitjað klædnahandilin Total í Klaksvík og spurt tey, hvat er "in" millum ungar gentur í dag.
Tað letur til, at tað eru teir ljósu litirnir, sum gera nógv um seg fyri tíðina. Summarið stendur fyri durum, og um veðrið heldur fram at skikka sær so væl sum tað gjørdi á páskum, so verða summar litirnir nógv nýttir í ár.
Frá Total siga tey, at tað serliga er merkið Vero Moda, sum stýrir mótanum. Vero Moda er eitt væl umtókt merki millum gentur í aldrinum 18 ár og uppeftir. Eisini er Sisters vælumtókt, men tað eru yngri gentur sum keypa tað. Tær flestu millum 14 og 16 ár. Tað kemur kanska serliga av, at støddirnar eru so lítlar í tí.
Eitt sum ger, at júst hesi bæði merkini eru so væl umtókt er, at tey ikki eru so dýr. Av merkjunum fáast blusur fyri millum 90 og 120 krónur, so tað eru nógvar gentur, sum keypa tær - og við stuttum millumbilum skifta tær so eisini út.
Kovboybuksurnar frá Vero Moda ganga eisini sum heitt breyð. Serliga tær vaskaðu og slitnu. Tað serliga við teimum er, at tað ikki er eitt par, sum er líka, tí at tær verða vaskaðar hvørt parið fyri seg. Hetta ger, at tær slítast á ymiskan hátt.
Eisini eru tær stuttu buksurnar modernaðar nú. Í Total vænta tey, at fram móti Norðoyastevnuni og inn í summarið verða tað tær stuttu buksurnar, sum fara at selja mest, soleiðis sum gongdin er nú. Hesar buksurnar eru ikki heilt stuttar, men tað sum kann kallast trýkvart. Tað vil siga, at tær koma niður til skinnabeinini.
Tá tað so fer at líða longur út á summarið, og heystið fer at nærkast, verða litirnir meira døkkir aftur. Svart og ymiskir gráir litir fara tá at verða nógv at síggja. Tær stuttu buksurnar fara at halda fram, meðan kragatroyggjur væntandi verða meira at síggja tá.
Hvat síðani verður, tá tað líður longur til jóla er ilt at siga nakað um nú, so tað má bíða til tað er liðið longur út á heystið. Men ongin ivi man vera um, at í summar fara stuttar buksur og ymsar blusur í ljósum litum at verða nógv at síggja.