Ljósið skipar fyri summarfimleiki

– Bara tí at veturin er av, merkir tað ikki, at fimleikurin er av.

 

Tað sigur Fimleikafelagið Ljósið í tíðindaskrivi, tí nú byrjar summarfimleikurin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum í FIMI. Summarfimleikurin fevnir bæði um amboðs- og um rútmiskan fimleik – og øll kunnu vera við.

 

– Teir dagar eru farnir, tá fimleikurin var ein vetrarítrótt burturav, tí nú kunnu øll tey, ið hava hug, koma til summarfimleik í Fimleikafelagnum Ljósinum. Talan er um eitt intensivt skeið, har vant verður tvær ferðir um vikuna við bestu venjarum vit eiga, sigur felagið.

 

Tey ið hava hug til at venja amboðsfimleik í framúr góðu umstøðunum í FIMI fáa nú møguleikan at arbeiða við teimum venjarum, ið vanliga taka sær av kappingaríðkarunum í felagnum, ið júst hava staðið seg framúr væl til kapping um vikuskiftið.

 

– Høvuðsvenjari til amboðsfimleikin í summar verður Medhi, ið er okkara fulltíðar professionelli venjari, ið kemur úr Iran. Saman við honum verða eisini okkara bestu kappingaríðkarar venjarar, sigur felagið.

 

Summarfimleikurin hjá amboðsliðunum byrjar í viku 17 og heldur fram til og við viku 24 og venjing er týsdag og hósdag kl. 17-18.

 

Um fólk hava meira hug til at venja rútmiskan fimleik, so er møguleiki sjálvandi eisini fyri tí. Har verða tað venjarar, ið vanliga taka sær av breiddarfimleikinum, umframt royndu estetisku íðkararnar hjá Ljósinum, ið fara at taka sær av summarfimleikinum hjá rútmufimleikinum.

 

Eisini rútmuvenjingarnar vera í FIMI, og hesar byrja í viku 18 og halda fram til og við viku 25. Vant verður týsdag og hósdag kl. 17-18.

 

Pláss er fyri 60 íðkarum á amboðsliðnum, og 60 íðkarum á rútmuliðnum, og tilmelding fer fram á heimasíðuni ljosid.fo.

 

– Um ov nógv tekna seg, verður ‘Først til Mølle’ prinsippið galdandi. So verið vælkomin øll børn og ung, bæði roynd og óroynd til eitt gevand og stuttligt summar, sigur Fimleikafelagið Ljósið.