Í mai í fjør royndi Fimleikafelagið Ljósið á fyrsta sinni at hava marknaðartiltak í miðbýnum, og gekst hetta so mikið væl, at felagið bjóðar upp á tiltakið enn einaferð. Ætlanin við degnum er bæði at fáa felagnum pening til rakstur og at seta Ljósið við tess stóra ungdómsarbeiði í miðdepilin eina løtu - serliga í huganum hjá fólki, tí uttan stuðul/undirtøku er trupult at reka felagsarbeiði. Leisturin frá fjør verður endurnýttur, og á skránni er aftur káti køkur, gloyp við glúpi (slag av fiskibrunni við ordiligum vatni), vørutombola, sigling við fjarstýrdum bátum, andlitsmáling, sneisabreyð, heitar vaflur og kaffi.
Fólk fáa høvi at royna seg og dirvi sítt á høga klintrivegginum, og aftur í ár vera tvær skreiðiborgir: onnur er eitt megastórt, spildurbrannýtt sjórænaraskip, meðan hin er til smærri børn.