Dávur Winther
Heðin er útbúgvin lærari og organistur og er eisini kórleiðari. Hann stjórnar Fuglafjarðar Sangkóri, sum møtti upp til løtuna leygardagin, tá ið framsýningin lat upp. Tey sungu tveir sangir og ynsktu honum tillukku við degnum. Sama gjørdu systirsynir hansara Rói og Jonhard Eliasen, sum spældu ferhent klaver.
Frits Johannesen helt eina sera vakra røðu fyri systkinabarni sínum, Heðini. Frits hevði rættiliga tikið tann breiða málsliga pensilin fram og hugleiddi um Heðin og hansara serliga kynstur í málningalistini, sum eingin kundi gera honum eftir – at seta ljósið móti myrkrinum, so málningurin fekk serligt lív.
Frits hugleiddi um ljósrípuna, glæmuna, sólargeislan, mótljósið, glottan, ljósið og enntá norðlýsið – og ikki at forgloyma skuggan, sum uppstóð av øllum hesum, ið gav enn meira lív.
Frits fór víðari og hugleiddi um tað æviga ljósið og kosmos, har alt rann saman í hægri eind – har ljósið spældi sær á helluna og tærin bað Faðir Vár saman við dýpinum, sum Heðin eisini málaði glottar av. Jú, myndatalan var nógv.
Framsýningin av málningum eftir Heðin Kambsdal heldur fram í Ribarhúsi fram til 20. mars










