<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
(Glasgow): Skotland er ein av teimum fótbóltstjóðunum, sum Føroyar oftast hava dystast ímóti. Seks ferðir hava Føroyar og Skotland spælt ímóti hvørjum øðrum í undankapping.<o:p></o:p>Ísland er tað landið, sum Føroyar oftast hava spælt ímóti. Níggju ferðir hava Føroyar spælt móti grannunum fyri vestan. Móti grannunum fyri sunnan hava Føroyar spælt seks ferðir ímóti. Leygardagin verður tað sostatt sjeynda ferðin, at Skotland er mótstøðulandið. Harvið verða landsdystirnir fleiri enn móti øllum øðrum enn Íslandi.<o:p></o:p>
Umframt Skotlandi hava Føroyar eisini spælt seks ferðir ímóti Jugoslavia.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Ljósu løturnar<o:p></o:p>
Tveir av heimadystunum móti Skotlandi munnu teljast millum minnisríkastu løturnar í føroyskari landsliðssøgu. Her verður hugsað um 1-1 á Svangaskarði grundlógardag í 1999, og her verður hugsað um 2-2 á Svangaskarði 6. september í 2002.<o:p></o:p>
Í fyrra førinum var tað Hans Fróði Hansen, sum við drønstútara stutt undan leikloki tryggjaði Føroyum eitt stig. Í seinna førinum vóru Føroyar rættuliga á sigurskós. Í 1. hálvleiki skoraði John Petersen, sum nú er hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen, tvey mál, sum bóru við sær, at Føroyar vóru frammanfyri bæði 1-0 og 2-0.<o:p></o:p>
Bæði málini vóru framúr góð, eftir at Jákup á Borg hevði lagt innfyri úr høgru. Øll, sum fylgdu við á Svangaskarði ella frammanfyri sjónvarpið fyri fýra árum síðani, minnast eisini, at John Petersen hevði møguleika at økja um leiðsluna til 3-0. Tað miseydnaðist, og so endaði tað javnt.<o:p></o:p>
At Føroyar leingi hava verið væl hægri á FIFA styrkislistanum, enn Føroyar nú eru á listanum, kemst fyrst og fremst av góðu úrslitunum ímóti Skotlandi. Úrslitini telja ikki longur, og á listanum, sum varð kunngjørdur fyri einari viku síðani, eru Føroyar á 169. plássinum. Skotland verður roknað at eiga 40. besta landsliðið í heiminum. <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Fáa oftast mál<o:p></o:p>
Í teimum seks uppgerðunum, sum Føroyar og Skotland hava spælt, hevur samlaði málmunurin verið 6-15. Føroyar hava skorað allar ferðirnar uttan í fyrsta heimadystinum, sum var 7. juni í 1995. Tá vann Skotland 2-0. Ta ferðina fingu teir bæði málini beinanvegin.<o:p></o:p>
Størsta tapið var í fyrsta dystinum, sum varð spældur 12. oktober 1994 í Glasgow. Ta ferðina vann Skotland 5-1. Føroyar vórðu hølvaðar av, áðrenn Jan Allan Müller stutt undan leikloki fekk loyvi at pynta um úrslitið.<o:p></o:p>
Hinar báðar ferðirnar hevur tað ikki gingið so galið á útivølli. Á heysti í 1998 vóru Føroyar á góðari fótbóltsferð. Í Litava endaði tað við málleysum javnleiki, eftir at Føroyar í 1. hálvleiki høvdu verið undir ógvusligum trýsti. Tríggjar dagar seinni varð spælt í Aberdeen, og tá vann Skotland 2-1.<o:p></o:p>
Eisini ta ferðina var trýstið stórt í 1. hálvleiki, tá ið Skotland fekk tvey mál. Craig Burly skoraði í 22. minutti, og Billy Dodds í 45. minutti. Minnisríkt og merkisvert var tað, at tað vóru tveir bóltar á vøllinum, tá ið annað málið var skorað. Føroyska liðið hevði hug at steðga á, tá ið Skotland kastaði inn, og tveir bóltar komu inn á vøllin. Tað var høvuðsorsøkin til, at Skotland fekk mál!<o:p></o:p>
Í 2. hálvleiki stóðu Føroyar seg væl. Fleiri ferðir var um reppið, at Todi Jónsson, John Petersen og Uni Arge brutu ígjøgnum, og fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist tað at fáa mál. Todi Jónsson varð feldur í brotsteiginum, og John Petersen var ísakaldur, tá ið hann úr ellivu metrum trillaði bóltin framvið Neil Sullivan, sum vardi skotska málið. So trýstu Føroyar fyri at javna, men tað eydnaðist akkurát ikki.<o:p></o:p>
6. september í 2003 var úrslitið á Hampden Park í Glasgow 3-1 til Skotland, eftir at Skotland í vanligum stíli hevði lagt fyri sum eitt ódnarveður og skorað eitt mál, áðrenn ferðin fór eitt sindur niður, og Føroyar fótaðu sær.<o:p></o:p>
Julian Johnsson, sum nú er aftur á landsliðnum eftir langan skaðasteðg, eigur at minnast serliga væl til henda dystin. Tíggju minuttir undan steðginum vann hann horna, sum Jákup á Borg sendi innfyri, og Julian var merkiliga leysur, tá ið hann við høvdinum javnaði til 1-1. Í síðsta álopinum undan steðginum skoraði Skotland til 2-1, og í 2. hálvleiki fingu teir triðja málið.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Munur á liðum<o:p></o:p>
John Petersen hevur skorað tríggjar ferðir ímóti Skotlandi, og leygardagin situr hann á beinkinum sum hjálparvenjari hjá Jógvani Martini Olsen.<o:p></o:p>
John heldur, at munur er millum liðið, sum megnaði 2-2 ímóti Skotlandi, og tað, sum skal spæla leygardagin.<o:p></o:p>
- Liðið í 2002 var væl samanspælt, og tað var ein stamma á liðnum, sum hevði spælt saman í nógv ár. Nú er liðið ikki so væl samanspælt, sum tað var tá, heldur John Petersen.<o:p></o:p>
- Eg havi tó góðar vónir til dystin leygardagin, og eg ivist ikki í, at spælararnir fara at geva alt, sum teir eiga. Vit hava skorað hvørjaferð á útivølli ímóti Skotlandi, og eg vóni, at vit klára tað aftur hesaferð, sigur hann.<o:p></o:p>