Ljósafelli fer til Eysturgrønlands

Á seinasta túrinum var Ljósafelli á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum, har teir royndu við fótitroli. Hetta var ein hampiliga góður túrur. Teir fingu 415 tons í tveir mánaðir

Fiskivinna

Í kvøld fer trolarin, Ljósafelli, ætlandi til Eysturgrønlands at royna eftir svartkalva og partvís kongafiski. Hendan túrin fara teir at royna við botntroli.
Skiparin, Ingolf Rasmussen, sigur, at reiðaríið hevur keypt svartkalvakvotu frá hvalbiartrolaranum, Niels Paula, og haraftrat eigur og hevur Ljósafelli eisini keypt nakað av kongafiski, sum teir ætlandi eisini fara at leggja seg eftir hendan túrin.
Hann vísir á, at svartkalvin vanliga stendur djúpri enn kongafiskurin, og tí fara teir á túrinum eisini at royna á ymiskum dýpum.
- Vanliga stendur svartkalvin niður á 1000 metra dýpi, meðan kongafiskurin vanliga fæst niðri á umleið 600 metrum.
Ingolf sigur, at kongafiskurin saktans kann standa djúpri og svartkalvin grynri.
- Verður roynt ímillum hesi dýpir, er ofta bæði svartkalvi og kongafiskur í hálinum, sigur hann.

Langur túrur

Skiparin sigur, at skipið verður gjørt út til ein túr, ið kann vara upp til tríggjar mánaðir, men hann ivast kortini í, um teir verða burtur so leingi, tí kvoturnar eru ikki so stórar.
- Men er skipið gjørt út til ein slíkan túr, kunnu vit kanska fara onkra aðrastaðni at royna, men tað verður so framvegis inni á landgrunninum ? og ikki í Irmingarhavinum hendan túrin, sigur Ingolf.
Umborð á Ljósafelli fara teir at skráskera svartkalvan og kongafiskin, sum verður seldur í Evropu og til londini eystanfyri.

Seinni í ár

Ingolf Rasmussen veit ikki at siga, hvat Ljósafelli fer at gera seinni í ár, tá ið teir koma aftur úr Eysturgrønlandi.
- Reiðarin hevur onkrar følarar úti, og hugsað verður eitt nú um at keypa kvotu ella býta um kvotu.
Skiparin sigur, at enn er ikki gjørt av, hvagar skipið fer eftir túrin í Eysturgrønlandi.
Við Ljósafelli hendan túrin verða 27 mans, og skipari verður Ingolf Rasmussen og hvalbingurin, Dánjal Jákup Berg, verður stýrimaður.
Maskinstjóri umborð á Sámal Johannesen, sum hevur siglt við Ljósafelli í nógv ár.

Seinasti túrur

Á seinasta túrinum var Ljósafelli á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum, har teir royndu við fótitroli.
Hetta var ein hampiliga góður túrur. Teir fingu 415 tons í tveir mánaðir.
Reiðarin á Ljósafelli, Mortan Johannesen, sigur, at tað ger góðan mun, at prísurin á skráskornum kongafiski er øktur eina krónu fyri kilo í ár.