Í dag letur upp listaframsýningin »Ljós úr erva« í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Tað er Maria Johannesen, ið sýnir fram.
Í sambandi við ferniseringina verður livandi tónleikur við m. a. Høgna Lisberg.
Maria er 20 ára gomul og er uppvaksin og býr í Leirvík. Hon hevur málað frá beinsbeini av.
Myndirnar, ið hon sýnir fram, lýsa menniskju og steinar í nógvum litum. Hesar eru allar akrylmyndir, og hetta er hennara fyrsta framsýning.
Framsýningin er opin fríggjadagin frá 17-20
Leygardagin frá 15- 18
Sunnudagin frá kl 15 -18
Frá mánadegnum til næsta fríggjadag frá kl 17-20.