Vit vita, at hesi orðini hjá Jesaja profeti longu tíðliga í tíðini vóru sett ís amband við vónir og væntanir um hitt komandi Guðs ríki, nær tað mundi fara at koma ? nær tað fór at lýsa fyri degi, og hin myrka náttin var av.
Onkur kennist kanska við søguna um jødiska lóglæraran, ið spurdi sínar næmingar, nær hetta mundi far at vera. »Tá ið tú kanst síggja mun á hundi og seyði«, helst ein teirra fyri. »Nei, ikki er hetta rætt svarað«, svaraði lóglærarin. »Man tað ikki verða, tá ið tú kanst síggja mun á einum víntræi og einum fikutræi?« helt ein annar næmingur fyri. »Nei, heldur ikki rætt,« svaraði lóglærarin. »Men nær verður tað so, at tað tekur at lýa fyri degi, og Guðs ríki kemur?« spyrja allir næmingarnir, og nú eru teir bæði forvitnir og ótolnir. »Jú,« sigur tann vísi lóglærarin. »Tað er, tá ið tú í dagsglæmuni kanst hóma eitt mannaandlit og í hesum andliti eisini síggja ein bróður tín. Og kanst tú ikki tað, so eru náttin go myrkrið framvegis hjá okkum. Tá tú kanst hyggja inn í andlitið á einum medmenniskja og í hesum andliti síggja ein bróður tín, tá er náttin farin ? tá hevur kærleikin sigrað á hatrinum, tá er eingin fíggindi har longur ? tá er farið at lýsa fyri degi ? tá er langt um leingi dagurin runnin upp, og Guðs ríki eisini komið til okkara«.
Er tað ikki tað sama, vit verða ámint um í fjallataluni, í Jesusar orðum: »Elskið fíggindar tykkar ao gvælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl móti teimum, ið hata tykkum?til tess at tit mega vera børn faðirs tykkar, ið er í himlunum« ? eisini orð, ið skulu minna okkum á Guðs ríki ? hetta ríkið, sum kom til sjóndar í Jesusar lívi, orðum og gerningum. Tí elska vit fíggindar okkara, so eru teir ikki longur fíggindar okkara ? so er eisini hjá okkum farið at lýsa fyri nýggjum degi, og so er tað eisini her galdandi, at av honum, ið einki eigur ella hevur fingið, kann einki verða kravt.
Sum við einum kendum donskum tilflytara í Havnini í 50-árunum. Bilar vóru heldir sjáldsamir, men kortini hevði ein teirra borið við hann, og í rættinum aftaná spurdi dómarin, hví hann ikki hevði gingið á gonguteiginum. Tá skuldi hann svara: »Hvor kan man plukke roser, hvor ingen roser gror ? hvor kan man finde kærlighed, hvor kærlighed ej bor?« Tí gonguteigur var eingin, har hann var ákoyrdur.
Men tá Jesus her talar um at elska, so er tað tí, at eisini kærleikin skuldi verið ein sjálvsagdur partuir av einum amnnalívi, sum kann minna okkum á, at menniskja er skapað í Guðs mynd og tí eisini eigur at royna at líkjast tí Guði, sum er kærleiki, og sum letur sól sína rísa bæði yvir rættvís sum órættvís.
Martin R. Jacobsen