Ljóð úr látrinum

Onnur solo-fløgan hjá Hans Peturi í Brekkunum er nú komin á marknaðin

Útgáva

Látraljóð er heitið á nýggjari solofløgu, sum Hans Petur í Brekkunum gevur út í hesum døgum.
Talan er um næstu soloútgávuna hjá føroyska alt- og sopran saxofonistinum, og sum navnið bendir á, so er talan ikki um heilt vanligan tónleik, soleiðis sum fólk flest eru von við at lurta eftir tónleiki.
Talan er nevnliga um live-upptøkur av grottukonsert, sum Hans Petur á sumri 2003 framførdi í Klæmintsgjógv undir Hestoynni. Klæmintsgjógv er á leið 200 metra djúp, og saman við ævigu undirtónunum frá sjónum gevur hetta ein heilt serligan akustik, ið við tíðini er vorðin at kalla ein søluvøra hjá føroyskum tónlistafólkum.
Tað er plátufelagið, Tutl, sum stendur aftan fyri útgávuna av fløguni, sum eisini stuðlað av Fjølrit, Landspeningi hjá KODA, Gramex-grunninum, Mentanargrunni Landsins og DMF.
Fløgan kostar 100 kr., og er hon at fáa í sølubúðum kring alt landið. Eisini ber til at ogna sær fløguna á heimasíðunum, www.tutl.com, og www.hanspetur.net.