Ljóðkavalkada frá søguliga hondbóltsvikuskiftinum

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr eina kavalkadu við brotum frá frásagnum og prátum við fegnar U21 landsliðsspælarar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina serliga kavalkadu við hæddarpunktum frá tí minniliga vikuskiftinum, tá føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti skrivaði søgu við at vinna seg í HM-endaspælið, sum verður í Algeria í juli.

 

Á ljóðkavalkaduni, sum er 13 minuttir til longdar eru brot frá frásagnunum og prátunum, sum vóru gjørd undir og aftaná dystirnar ímóti Sveis, Ìsrael og Finnlandi.

 

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen søgdu frá dystunum á Rás2.