Ljóðbrot: - Vit møta einum tekniskt sterkum liði

Tað sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi

- Vit kenna ikki nógv til teir, men tað, sum eg havi sæð, so síggi eg, at teir eru eitt sterkt lið, sum er tekniskt væl fyri.

Tað sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, sum í kvøld skal spæla fyrra dystin móti meistaraliðnum úr Kosovo, Trepca 89.

 

Sámal Erik Henzte sigur, at Víkingur eru væl mannaðir og væl fyrireikaðir og at málið hjá teimum í kvøld, er at hava eitt gott úttangsstøði til útidystin.

Víkingur hevur søguliga góð úrslit at vísa á, í mun til úrtøkuna hjá føroysku liðunum í evropiskum fótbólti. Tað hevur tó lítið at siga í kvøld, heldur hinvegin.

 

- Eg vil heldur skriva søgu enn at lesa søgu, sigur Sámal Erik Hentze.

Dysturin er á Tórsvølli í kvøld kl. 19.