- Dagurin byrjaði væl, men tá tað politiska fór í gongd, tá var alt aftur við tað vanliga, tí eingi nýggj argumentir komu fram. Ein lítil útrætt hond var frá báðum síðum, men einki nýtt kom fram.
Tað sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnu, nú fiskivinnunýskipain var til fyrstu viðgerð í dag.
Anfinn Olsen sigur, at tað verður tyngri og tyngri at flyta nakað nú, tí nærri vit koma til ársenda, størri verður tapið um nakar gevur seg nú.