Tað er eini 130 ferðafólk í ferðalagnum, sum er farin til Íslands, nú Víkingur skal spæla næsta undanumfar í Champions League móti FH. Sum flestu kunnugt, so spælir føroyski Gunnar Nielsen við FH, sum er núverandi meistaralið í Íslandi.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, sigur, at eini 100 er fjepparar og restin er liðið og toymið kring liðið.
- Nøkur koma afturat við rutuflogfari, eins og fleiri hava spurt seg fyri. Síðani eru tað nøkur, sum koma úr til dømis Vestmannaoyggjum, sum er vinarbýur við Gøtu. Tí kunnu kanska vænta eini 200 tilsamans, sigur Brandur Jacobsen.
Brandur Jacobsen sigur, at tað er ein ávís optimisma í hópinum, men samstundis eru tey klár yvir, at liðið skal raka dagin væl, um Víkingur skal klára at vinna á FH yvir tveir dystir.