- Vit eru samanumtikið væl nøgd við úrslitið.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, nú úrslitið fyrsta hálvár í ár, vísti 795 milliónir.
Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at umsetningurin í einum ársfjórðingi hevur verið omanfyri eina milliard og hetta er 30% hægri enn tað nakrantíð hevur verið í einum ársfjórðingi.
Hóast tað, so hava tað verið avbjóðingar við at flyta alla framleiðsluna undir eitt tak á Glyvrum, men Regin Jacobsen sigur, at tað væntaðu tey allatíð og at tað fór at taka minst eitt ár, áðrenn alt var komið upp at koyra sum tað skuldi.