Ljóðbrot: Sonni á Horni mótmælir valið í SEV

Borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni, segði á aðalfundinfundinum hjá SEV í dag, at tey tóku ikki undir við mátanum at velja nevnd. Tí valdu tey ikki at atkvøða, tó uttan at skjóta eitt mótvalevni í Eysturoynni upp.

 

Sonni á Horni segði, at Runavík hevði sett seg á sessin í SEV og við verandi skipan bar ikki til at broyta tað.

 

- Eysturkommuna og Runavíkar kommuna finna eina semju um nevndarsessir og tí gerst einki við til dømis hetta valið, sigur Sonni á Horni.

 

Skipanin er tann, at ein kommuna hevur eina atkvøðu pr. 1000 íbúgvar og Eysturkommuna og Runavíkar kommuna eru størstu kommunur í økinum. Tí kunnu tær seta seg á tað mesta.

 

Hann mælir til, at hátturin at velja verður broyttur og leggur møguliga eitt broytingaruppskot fram seinni. Uttan at koma ítøkiliga inn á hvussu tað skal broytast, so metir hann at mann kundi eitt nú hugt at nýtsluni í teim ymsu kommunum og givið atkvøður út frá tí.