Formaðurin í vinnunevndini, í øllum førum í løtuni, Bjarni Hammer, heitir nú á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at bera so í bandi, at reiðaríini fáa loyvi at flyta part av kvotu síni fyri í ár til næsta ár.
Í løtuni er stórt trýst á móttøkuvirkini her í Føroyum og ger hetta, at tað er bíðitíð hjá uppsjóvarskipunum at sleppa at landa. Bjarni Hammer sigur, at sum skilst er bíðitíðin upp til eina viku.
Bjarni Hammer sigur við Rás2, at tað er vandi fyri, at samfelagið missir stór virðir, tí fleiri skip annahvørt halda aftur við at fiska ov nógv, ella er góðskan á fiskinum so ringur, at tað ávirkar prísin skeiva vegin.
Bjarni Hammer sigur, at tað hevur verið tosað um málið í samgonguni og fleiri møguleikar hava verið nevndir.
- Reiðaríini vilja flyta kvotur yvir til næsta ár, men enn er eingin avgerð tikin um hvat skal gerast, men tað tykist greitt, at okkurt má gerast, sigur Bjarni Hammer.